Hondbóltur
Fyrstu dysturin av hesum verður, tá oddaliðið úr Vestmanna vitjar H71 sunnudagin. Fyrri dysturin millum liðini bæði endaði við tryggum sigri til vestmenningar, og teir eru eisini favorittar undan hesum dystinum.
Tó skulu teir helst ikki rokna við, at uppgávan verður eins løtt hesa ferð. Hoyvíkingar hava síðani fyrra dystin víst tenn í fleiri uppgerðum, og millum annað man sigurin móti Neistanum hava styrkt um sjálvsálit teirra.
Ein avgerandi spurningur hjá hoyvíkingum er tó helst, um Stefan Dorofte aftur er tøkur. Sunnudagin sat hann uttanfyri við skaða, og hetta merktist serliga væl í álopsparti teirra.










