Áki D. Samuelsen og liðfelagarnir í Mjällby hava fullan pott aftaná tvey umfør í bólkaspælinum í svensku steypakappingini.
Áki var 83 minuttir á vøllinum, tá Mjällby í útidysti í bólki 1 á Gamla Ullevi leikvøllinum í Göteborg vann greiðan 3-0 sigur á Örgryte.
Jeppe Kjær legði Mjällby á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Mjällby økti til 2-0 við einum sjálvmáli í 62. minutti, og stutt undan dystarloki staðfesti Romeo Leandersson sigurin.
Við støðuna 1-0 hevði Áki eitt dundurskot á stongina.
Mjällby er fremst í bólkinum við fullum stigatali, seks stigum. Teir hava enn ikki latið eitt mál inn.
Leygardagin 7. mars klokkan 12 spælir Mjällby triðja og seinasta dystin í bólkaspælinum. Hann verður á heimavølli móti Värnamo. Við javnleiki ella sigri hevur Mjällby vunnið innleiðandi bólkin.











