Annar brotsmaðurin er dripin

Hin brotsmaðurin flýddi inn í eina gøtu, har hann varð handtikin í einari viðarlund.

Ein brotsmaður er dripin, og ein er handtikin í samband við hendingina í Berlin í kvøld, tá ein lastbilur við pólskum nummarplátum koyrdi inn í ein jólamarknað.

 

Tað váttar lokala løgreglan í Berlin yvirfyri Berliner Morgenpost.

 

Blaðið leggur aftrat, at annar brotsmaðurin helst varð dripin av løgreglumonnum við lastbilin, meðan hin flýddi inn í eina aðra gøtu, har hann varð handtikin í einari viðarlund.

 

Talsmaður fyri løgregluna í Berlin sigur, at tey kenna ikki motivið til tað, sum er hent, men tey taka hendingina sum eitt álop.

 

Sagt verður, at pólsku nummarpláturnar á lastbilinum kunnu vera falskar - men í løtuni veit týska løgreglan ikki, hvør identiteturin hjá brotsmonnunum er.