Annan komin til Sýrialands

ST-friðarsemingsmaðurin fyri Sýrialand, Kofi Annan, kom seinnapartin til Damaskus at tosa við politiskar leiðarar har. Sagt verður, at Annan skal hitta Bashar al-Assad, forseta í morgin.

ST-trygdarráðið samtykti í gjár at fordøma ta sýrisku stjórnina í sambandi við hópdrápið í býnum Houla fríggjadagin, har minst 108 fólk doyðu. Russland og Kina, sum higartil hava styðjað stýrið í Damaskus, tóku undir við fordømingini.

Kinesiska stjórnin fordømdi í dag hópdrápið í Houla og kravdi, at tilburðurin verður kannaður við tí endamáli at finna tey, sum høvdu ábyrgdina. Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sigur, at báðir partar mugu átaka sær ábyrgdina av tí, sum hendi.

Meiri enn 13.000 fólk hava latið lív í Sýrialandi, síðani uppreisturin ímóti stýrinum hjá Assad byrjaði.