Í aldursbólkinum gentur 17 vann Kyndil sítt annað steypagull í dag, tá tær vunnu 15-12 á Stjørnuni, ið annars var á odda meginpartin av dystinum.
Stjørnan byrjaði betri og var omaná nakað inn í seinna hálvleik. Hinvegin, so virkaði spælið hjá Kyndli ikki koyra. Tær komu ikki til møguleikarnar og tað kostaði.
Í seinna hálvleiki kom Kyndil væl betri við. Stóri spælarin á vøllinum var Marianna G. Eystberg, sum hevur undantaksloyvi at spæla við besta liðnum. Kyndil spældi nógv upp á Mariannu, sum eisini skoraði avgerandi málini í seinna hálvleiki.
Dagsins spælari var Lív F. Arge, sum stóð ein branddyst í málinum hjá Kyndli.
Leygardagin 7. Februar:
Kvinnur: kl. 13.30 Neistin – Kyndil (24-19)
Menn: kl. 16.00 Neistin – VÍF (26-25)
Dreingir: 18 kl. 18.00 H71 – StÍF (29-26)
Sunnudagin 8. Februar:
Gentur 10: kl. 12.50 Neistin – VÍF (9-6)
Dreingir: 10: 13.25 H71 – VÍF (10-7)
Gentur: 12: 14.00 EB – H71 (12-10)
Dreingir: 12: 14.55 H71 a – H71 b (23-12)
Gentur: 14: 15.50 H71 – Kyndil (14-13)
Dreingir: 14: 17.05 H71 – Tjaldur
Gentur 17: 18.10 Stjørnan – Kyndil
Dreingir 16: 19.25 Kyndil – H71