Anna vinnur ikki

Nógvar eru meiningarnar um X-Factor í hesum døgum, og ein umfatandi kanning hjá bt.dk gevur eitt boð uppá hvør fer avstað við vinnarasessinum, og hvør verður sendur heim í kvøld. X-Factor er aftur á skránni í kvøld, og hesaferð skal enn ein luttakari sendast úr kappingini, soleiðis at bert fýra luttakarar eru eftir.

 

Ein umfatandi kanning á bt.dk vísir, at Anna Nygaard endar á einum triðja plássi, aftaná Thomas og Tinu. Kanningin vísir eisini hvør kann vænta at verða sendur heim í kvøld, og tað er Fireflies og síðani Jesper.

 

X-Factor verður í kvøld víst á DR klokkan 19.00.