Anna vinnur á øllum monnunum

Tað verður abbadóttir Edmund Joensen, fráfarandi fólkatingsmann, Anna Falkenberg, sum vinnur sessin á Fólkatingi hjá Sambandsflokkinum

 

Tað vísir kanningin, sum spyr.fo fyrr í vikuni gjørdi fyri portal.fo. Á síðuni bladid.fo hevur Portalurin í morgun kunngjørt persónligu úrslitini í kanningini, har tey spurdu hava svarað, hvønn persón í flokkunum tey høgdu valt. 

Og her er tað, at Anna Falkenberg liggur á odda í Sambandsflokkinum við 21 prosentum. Næstir henni eru Johan Dahl við 14 prosentum, Kaj Leo Holm Johannesen við 11 prosentum, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er nummar fýra við 9 prosentum og Erhard Joensen nummar fimm við 4 prosentum.

Hóast upplýst verður, at óvissan í kanningini er 4 prosent, so verður óvissan nógv størri, tá farið verður niður í smálutir sum persónlig valtøl inni í ymsu flokkunum. 

Millum javnaðarveljarar er eingin ivi, at teir vilja hava Sjúrð Skaale aftur á Fólkating, tí hann fær 44 prosent av atkvøðunum millum javnaðarveljarar í kanningini. Næst honum er tríggjar kvinnur, Barbara Gaardlykke Apol 9 prosent, Ingilín Didriksen Strøm 8 prosent og Sigrið Sámalsdóttir Hentze 6 prosent og síðani floksformaðurin Aksel V. Johannesen eisini 6 prosent.

Hjá Tjóðveldi liggja Bjørt Samuelsen og Høgni Hoydal jøvn á odda við 18 prosentum av atkvøðunum hjá flokkinum, síðani Liljan Weihe 16 prosent, Magni Arge 12 prosent og Sirið Stenberg 6 prosent.

Hjá Fólkaflokkinum er fyrrverandi formaður floksins, Jørgen Niclasen, á odda við 19 prosentum av atkvøðunum hjá flokkinum í kanningini. Næstur honum er Jógvan á Lakjuni við 17 prosentum, Beinir Johannesen við 14 prosentum, floksformaðurin Christian Andreasen við 11 prosentum og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur við 7 prosentum.

Sambært kanningin, sum portal.fo kunngjørdi fyrr í vikuni verður Sambandsflokkurin størstur við 29,9 prosentum og Javnaðarflokkurin næstur við 27,3 prosentum. Tjóðveldi fær 18,7 og Fólkaflokkurin 16,7.

Ein kanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið í gjár vísir at kalla sama úrslit, men har er Janaðarflokkurin tann størri við 28,3 prosentum og Sambandsflokkurin næstur við 27,3 prosentum. Har fær Fólkaflokkurin 18,9 og Tjóðveldi 18,6 prosent av atkvøðunum.