Anna Sofía Lava er nýggj forkvinna í SamFelagnum og tekur sostatt við eftir Elin Debes. Tað er greitt, aftaná at nevndin hevur skipað seg eftir aðalfundin hjá felagnum.
Í nýggju nevndini hjá áhugafelagnum sita Svein Magnason, Súsanna Holm, Rósa Egholm, Marita Svartá og Anna Sofía Lava.
Í tíðindaskrivi boðar nýggja nevndin frá, at tey fara at halda fram við leistinum hjá undanfarnu nevnd við at skipa fyri ymiskum almennum tiltøkum.
- Felagið fer at halda fram við almennu tiltøkunum, ið seta sjóneykuna á viðkomandi evni í samfelagnum og førleikarnar hjá samfelagsfrøðingum. Endamálið hjá SamFelagnum er at virka fyri fakligum íkasti til samfelagskjakið og styrkja ávirkanina hjá samfelagsvísindaligum arbeiði, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
SamFelagið varð stovnað í 2014 og hevur á leið 80 limir. Felagið hevur seinastu árini millum annað ment eitt alment savn við ritgerðum hjá føroyskum samfelagsfrøðingum, umframt eitt yvirlit yvir føroyskar samfelagsfrøðingar og teirra serøki.









