Annað skinn um bak

Oddagrein:

Tað er ov nógv avgjørt at siga, at landsstýrissamgongan er at líkna við róðurleysa skútu. Heldur kundi ein kanska sagt, at samgongan minnir um skip, har allir yvirmenninir vilja vera skiparar, og manningin tí ger, sum tað passar henni. Vit liva tíbetur í fólkaræði, men fólkaræði merkir ikki, at tað stendur einum hvørjum frítt at bera seg at, sum honum ella henni lystir. Vit hava, serstakliga í meirilutastýri, nakrar spælireglur, sum partarnir mugu halda. Gera teir ikki tað, so verður slingur í kósini og álitið fer. Tað var hetta, sum vit sóu undir fíggjarlógarviðgerðini og sum partar av samfelagnum nú svíða fyri. Vanliga mannagongdin er, at eitt samt landsstýri við landsstýrismanninum í fíggjarmálum leggur fram eitt uppskot til fígggjarlóg. Hetta uppskot skal vera væl og virðiliga viðgjørt innanhýsis í samgonguni og í sjálvum landsstýrinum, soleiðis at samgongan hevur felags stev, tá uppskotið einaferð kemur á tingborð.

 

Hetta við felags stevi ella felags gongulagi merkir sjálvsagt ikki, at eitt løgting er bundið av einum hvørjum landsstýrisuppskoti. Tað stendur sjálvsagt løgtinginum frítt at broyta eitthvørt uppskot, sum kemur frá landsstýrinum. Men hinvegin má tað vera eitt minstamát av sambandi og samanhangi millum politikkin hjá landsstýrissamgongu og ta fíggjarlóg, sum samgongulimir samtykkja á tingi. So hevur ikki verið við tí figgjarlóg, sum nú er í gildi. Upprunaliga uppskotið varð broytt nógv, og hesar broytingar hava havt so óhepnar fylgjur, at stórt órógv hevur eftirfylgjandi verið serstakliga á almanna- og útbúgvingarøkinum. Henda órógv ávirkar politiska stabilitetin í samgonguni.

 

Tað eru bleytu økini, sum hava staðið fyri skotum. Veljarin sigst vera stuttmintur. Hinvegin hava øll valla gloymt, hvussu stóran dent flokkar í seinasta valstríði løgdu á bleytu virðini. Almenningurin hevði veruliga orsøk at trúgva og halda, at nú fór broyting at koma í politisku raðfestingarnar. Vit skulu ikki skuldseta nakran fyri lyftisbrot, men hondina á hjartað: er ikki eitt sindur torført at fáa eyga á bleytar raðfestingar á galdandi fíggjarlóg?

 

Hví eru vit komin út í hesa støðu? Svarið kann valla vera annað enn tørvandi leiðsla og væntandi samskipan av politiska arbeiðinum innan samgonguna. Her má vend koma í, um hesari ABC samgonguni skal verða lív lagað. Tað er synd at siga, at samgongan á tingi hevur verið loyal móti sínum ráðharrum. Men hetta hava løgmaður og landsstýrislimir í stóran mun sær sjálvum fyri at takka. Tey skulu leiða og samskipa, miðla og greiða frá, kunna og gera sítt politiska heimaarbeiði og ikki minst ansa eftir teimum politisku hjartabørnunumm, sum tey lata løgtinginum at goyma eina tíð. Her kann ikki hava verið nóg væl ansað eftir, og tað bøtir ikki um trúvirðið bara at skylda uppá fíggjarnevnd og løgting. So einfalt er hetta mál ikki, og løgmaður og manning hansara mugu tí taka annað skinn um bak, meðan tíð er.