Í dag fyllir Anna Poulsen 100 ár.
- Anna er fødd hin 7. november í 1923 í Porkeri, har hon vaks upp. Hon giftist Gudmundi Poulsen av Tvøroyri. Tey settu tey búgv við Sílá á Tvøroyri, har tey bygdu hús.
Í Tvøroyrar kommunu vita tey at siga í dag, at 100 ára føðingardagurin hjá Annu Poulsen verður hildin saman við familju, vinum og kenningum.
Og dagurin verður hildin á Ellisheiminum á Tvøroyri í dag frá klokkan 14-18.
Til ber at hoyra samrøðu við Annu, sum Tórður Mikkelsen hevði við hana í gjár, dagin fyri, at hon fylti 100.
Samrøðan kann hoyrast við at trýsta á leinkjuna - https://kvf.fo/gmf?sid=165360
Tvøroyrar kommuna ynskir Annu Poulsen hjartaliga tillukku og Harrans signing við 100 ára føðingardegnum.