Anna Nygaard til Føroya í dag

Føroyska X Factor stjørnan Anna Nygaard kemur í kvøld til Føroya. Hon verður við í sendingini Hvonn Live hjá Rás2. Anna Nygaard er í dag á øllum forsíðum í Danmark eftir dramatisku X Factor kappingina í gjárkvøldið. Dúliga verður kjakast um, hvørt tað var rætt av Remee at senda hana úr kappingini, og Ekstrablaðið kallar avgerðina eina gølu.

 

Í kvøld kemur Anna Nygaard til Føroya fyri at verða við í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir av Hvonn í Havn frá klokkan 21.00.

 

Anna fer at greiða frá, hvussu hon upplivdi dramatisku kappingina í gjárkvøldið, og hvat nú skal henda hjá henni. Eisini verður tosað við Remee um avgerðina at koyra Annu út, og kjakast verður um, hvat sangarar fáa burtur úr tónleikakappingum sum X Factor.

 

Danskir fjølmiðlar eru eisini í hølunum á Annu í dag. Ekstrablaðið, BT og Se&Hør senda fólk at fylgja við Føroyaferðini hjá henni.

 

Anna Nygaard lendir í Vágum beint eftir klokkan 20 í kvøld.