Anna Mohr listaframsýning í Leikalund

Í januar mánaði hevur Anna Mohr úr Klaksvík listaframsýning í Leikalund

Klaksvík:
Anna Mohr er ung listarkvinna. Hon er 25 ára gomul, men hevur longu í fleiri ár roynt seg við málningalist og víst seg at verða vælumtókt.
Við á framsýningini eru umleið 15 nýggir akryl málningar, har myndaevni er landslagsmyndir meira og minni abstraktar.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 9. januar klokkan 16.00, har øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið, síggja framsýningina og fáa ein kaffimunn. Myndirnar eru til sølu og eru at síggja í vanligari upplatingartíð frá mánadag til fríggjadag frá 10 til 17:30 og leygardag frá 10 til 13. Framsýningin verður hangandi allan januar mánaða.
Framsýningin, íð tekur við aftaná Onnu, verður við myndum hjá Livar Nysted. Hann sýnir fram í Leikalund í februar mánaði.