Anna Mohr er ættað av Eiði, og hon er dóttir Elisu og Eliesar Hammer. Anna er fødd tann 12. september í 1940, og hon er uppvaksin á Eiði, har hon gekk í barnaskúla til sjeynda flokk. Liðug í sjeynda flokki velir Anna at flyta til Havnar, eftir at hon hevur arbeitt við onkrum smávegis norðuri á Eiði.
Komin suður til Havnar byrjar Anna í starvi hjá Smæruni, meðan hon gongur á handisskúla um kvøldarnar. Eftir stutta tíð verður hon umbiðin í Føroya Brunatrygging, tá stjórin har, Jørmund Thorsteinsson, av sínum eintingum bjóðar henni starv. Anna tekur av beinanvegin, og hon er starvsfólk nummar trý hjá Føroya Brunatrygging. Árið er 1959, og Anna Mohr er 18 ára gomul.
Í dag er Anna Mohr vorðin 45 ár eldri, og hon arbeiðir enn á sama felagi, sum í dag eitur Tryggingarfelagið Føroya. Tað einasta tíðarskeiðið, har Anna hevur verið burtur frá sínum arbeiði, hevur verið undir barsilstíðini. Umframt tað er 45 ára starvsdagur hennara met á Tryggingarfelagnum Føroyar.
Tey seinastu nógvu árini hevur hon arbeitt innanfyri skaðar. Tá hon byrjaði, kallaðist felagið Føroya Brunatrygging, sum helt til úti í Tinganesi. Men sama ár, í 1959, verður virksemið hjá felagnum flutt út á Kongbrúnna. Átta ár seinnu var flyting aftur á skránni, og hesaferð skal felagið hjá Onnu Mohr húsast á Glade Hjørn. Aftaná 11 ár á Glade Hjørn verður Føroya Brunatrygging flutt til Jóannesar Paturssonar gøtu, og Anna Mohr fylgir við. Og síðani 1984 húsaðist Føroya Brunatrygging uppi á Hálsi, men nú í 2004 samlaðist virksemið aftur á Kongabrúnni, júst sum í 1959, tá Anna av fyrstan tíð kom til felagið.
Í 1998 løgdu Tryggingarsambandið, Føroya Vanlukkutrygging, og Føroya Brunatryggin saman. Samlaða virksemið eitur nú Tryggingarfelagið Føroyar, har Anna Mohr hevur starvast í 45 ár.
- Mær hevur altíð dámt sera væl her. Eg havi ongantíð hugsað um at farið nakra aðrastaðni. Hetta staðið hevur altíð verið sum ein stór familjan, sigur Anna Mohr, sum er sera fegin um starvið á Tryggingarfelagnum Føroyar og umhvørvið á Kongabrúnni.
Anna Mohr er gift við Inga Mohr. Tey eiga trý børn: Unn er júst fylt 44 ár, og hon arbeiðir í forskúlanum hjá nonnunum; Gunnar er føddur í 1967, og hann er timburmaður; og Guðrið er fødd í 1971 og arbeiðir sum jarðarmóðir í Danmark. Børnini hjá Onnu og Inga Mohr eiga øll trý børn, og tískil hava Anna og Ingi níggju ommu- og abbabørn tilsamans.
Anna Mohr og Ingi Mohr búgva í dag á Sundsvegnum yvirav Norðurlandahúsinum.










