Tíðindaskriv
Endamálið við útbjóðingarumfarinum er at tryggja, at arbeiðið sum byrjaði undir fyrsta útbjóðingarumfarinum, heldur fram, soleiðis at staðfestast kann, um kolvetni í rakstrarverdum nøgdum finnast á landgrunninum og at framleiðsla kann spyrjast burturúr.
Tá loyvi verða veitt, verður dentur lagdur á arbeiðsskránna hjá umsøkjaranum, t.e. hvørjar kanningar umsøkjarin ætlar at gera á loyvisøkinum. Somuleiðis verður dentur lagdur á, at føroyskar fyritøkur fáa møguleika at taka lut í virkseminum, soleiðis at leiting eftir olju kann fjøltátta føroyska vinnulívið.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum Bjarni Djurholm sigur, "Annað útbjóðingarumfar er at meta sum eitt náttúrligt framhald av arbeiðinum at finna kolvetni í rakstrarverdum nøgdum á landgrunninum. Vit vilja vísa á nógvu møguleikarnar, sum økið hevur, og serstakliga møguleikarnar at finna stórar kolvetnisgoymslur."
Útbjóðaða økið, ið liggur eystan og sunnan fyri Føroyar, er umleið 19.000 ferkilometrar til støddar og fevnir um 83 heilar teigar og 39 partteigar.
Umsóknarfreistin er sett til 17. november 2004 kl. 12.00.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum miðar eftir at veita loyvi í januar 2005.
Útbjóðingartilfarið og løgtingslógin um annað útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum fáast við at venda sær til Oljufyrisitingina. Tilfarið liggur eisini á heimasíðuni hjá Oljufyrisitingini á www.ofs.fo.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Oljufyrisitingina
Tlf 35 70 70
Teldupostur: ofs@ofs.fo
www.ofs.fo









