Anna Kristiansen

*02 Juli 1928 +17 Oktober 2013

My Grandmothers Hands

Grandma' I wonder
where you keep your wings
Are they in the closet,
with the rest of your things
I know you have wings
This must be true
Cause God always gives them
to Angels like you!

Tá eg fyrst kom til Føroyar í '92 búði eg eitt stutt tíðar­skeið í Syðrugøtu.
Men seinni flutti eg við mínum foreldrum inn til Fuglafirðar at búgva í kjall­aranum hjá ommu og abba.
Tey vóru alt fyri meg, eg kann nevna so nógv sum tey hava gjørt fyri meg og mammu mína.
Men í dag vil eg gjarna skriva eitt sindur um ommu mína - Annu.
Hon var ein friðalig, mild og blíð kona.
Altíð so góð við okkum øll, altíð glað og smílandi.
Dámdi so væl at binda okkum troyggjur, hosur og annað sum vit altíð vóru so glað fyri.
Sang fyri okkum og for­taldi søgur.
Tá eg hugsi um tað kann eg enn føla luktin av rís­greytinum sum hon kókaði mær tá eg kom heim frá barna­garðinum.
Eg og abbi góvu henni mat uppá songina tá hon hevði hug til at sova leingið.
Hennara krúlluta og tjúkka hár sum hon altíð pleyg­aði so væl, tá vit fóru at ganga túr brúkti hon altíð plastikhettu fyri at verja tær og fór í sín langa reyða frakka.
Elskaði allar hennara penu kjólar, og hon átti nógv­ar.
Altíð var hon fín og hevði perlur um hálsin.
Gjørdi bestu fiskafrika­dellur í heiminum og tað luktaði altíð so væl at koma inn til døgurðaborðið.
Eisini samlaði hon uppá glas skógvar, veit ikki hvussu nógvir teir vóru í tali men har vóru nógvir.
Á hyllunum í stovuni og í skápinum.
Eg helt altíð at teir vóru so flottir, so ymiskir og hvørjaferð vit vóru uttan­lands mintist eg altíð til at finna ein nýggjan skógv til ommusa "samling" og hon var so glað fyri teir allar.
Hvørji páskir vóru vit sam­an við ommu og abba.
Eg og omma málaðu egg­ini og hon kom við mær út at rulla tey.
Minnist serliga páskini á argjum, tá eg eri 7 ár og taki film við babbasa stóra kamera, av ommu og abba í stovuni.
Eisini tá mamma og babba fóru frá hvør ørðum, var omma mín ein stuðul fyri meg/mammu, passaði meg og royndi at geva mær eina so normala tilverðu sum yvirhøvir gjørligt.
Hennara betra helvt var uttan iva abbi mín, Jógvan.
Hann var alt hjá henni og hann elskaði hana yvir alt á jørð.
Abbi og eg - tað er so nógv eg kann siga um Jógvan abba.
Hann kom altíð eftir mær í barnagarðinum og tá eg sá í hansara bláa "sjómanshatt" fór eg rennandi ímótir portr­inum, har hann stóð uttan­fyri.
Eg elskaði tá hann for­taldi mær søgur um huldu­konurnar í Leirvík, sang skjaldur fyri mær í stóra stólinum í stovuni.
Sjálvt um tað var óhugna­ligt so vildi eg altíð hoyra tað um grýluna.

"Oman kemur grýla frá gørðum,
við fjøruti hølum,
bjølg á baki, skølm í hendi,
til at skera tunguna av børnum sum gráta eftir kjøti í føstu"

Tann 17. oktober 2009 sum var mammusa føðingardagur, gjørdist eisini til ein tungur dagur í okkara familju.
Omma datt oman kjallara­trappurnar heima í Gjógvará og fekk stóran skaða í høvd­ið.
Hon fór fyrst á sjúkrahús og búði síðani á einum heimi á Mýrunum í Runavík áðrenn hon og abbi fluttu niðan á Vesturstovu, ellisheimi í Fugla­firåi.
Abbi andaðist í septembur 2012 aftaná at hann datt og breyt mjødnina og vaknaði aldrin aftur úr narkosuni.
Omma mín livdi við de­mens og tilendans haldi eg ikki at hon ordiliga visti hvørji vit vóru.
Eg minnist at hon á sjúkra­húsinum hugdi uppá meg og segði "Tú ert ikki Samuelina" (mostur mín)
Ein dagin tá eg kom at vitja hana fortaldi hon fyri mær at allir fótbóltspælararnir hjá ÍF høvdu verið til døgurða og at hon hevði borðreitt við knettum.
Hon var altíð so fitt og hevði so nógv at fortelja, og so sang hon danskar sangir fyri okkum og flenti so hjarta­liga.
Í seinastuni lá hon fyri tað mesta í songini.
Vit vitjaðu hana nógv og vóru um hana.
Seinastu ferð eg sang fyri henni úr sálmabókini sang eg sangin "Nærri mín Gud til tín" og eg sá at hon lurtaði.
Hon elskaði sang og at vit sungu og bóðu saman við henni veit eg, hevði nógv at siga fyri hana.
Eg havi ikki altíð havt tað so nemt og onkuntíð eri eg bara kedd og óð inni í mær men eg veit ikki sjálv hví.
Tað er kanska eini 3 vikur síðani at eg og mamma sótu saman við ommu inni á Vesturstovu.
Hon hugdi uppá meg og helt fast í míni hond, tosaði óvanliga nógv við meg um alt møguligt.
Hugdi eftir mínum tato­veraðu hondum og so minnist eg at hon knappliga sigur við meg "ikki verða so óð.."
Eg bleiv so kløkk av hesum men so hugsi eg, at kanska hon hevur følt okkurt har
Okkurt sum ongin annar og ikki eingongd eg sjálv hevði varhuga av.
Tað er ringt at skriva um ommu mína uttan at eisini skriva um abba mín, tí tey vóru sum eitt.
Elskaðu hvønn annan so nógv og kundu ikki verða hvønn annan fyri uttan.
Tá abbi var farin herfrá, spurdi omma mangan eftir honum.
Hon saknaði hann.
Og sjálvt um vit øll eru kedd av at hon er farin frá okkum, kunnu vit gleðast um at hon og abbi aftur eru saman og hyggja niður á okkum øll, uppi hjá Jesus­pápa.
Deyðin er ikki tað sein­asta, tað er líka natúrligt at doyggja sum at verða føddur. Deyðin er ein partur av lívinum.
Eg fari altíð at sakna mína fittu Annu ommu og aldrin verður hon gloymd.
Eftir siti eg her og skrivi og tað er ikki sørt at eg felli eitt tár frammanfyri telduskermin.
Men eg kann verða glað og stolt av at hava havt bæði tvey í so nógv ár.
Abba mín í 21 ár og ommu í næstan 22.
Hon var ein megnar kvinna.
Hon var Anna á Brúnni.
Hon var omma mín!
-----
Omma & Abba dótturin . Adriana.