Anna Kirstin er ikki hvør sum helst. Hon man verða eitt tað besta umboðið, Tvøroyri eigur úteftir. Hon er er lívlig, stuttlig og hugnalig at vera saman við. Altíð í góðum lag og full av energi. Dugir væl at standa fyri og er ein framúr góður konferencier.
Hon ger nógv burturúr dansi og hevur í mong ár skipað fyri skeiðum í t.d. Rock & Roll og standard dansi kring landið. Eisini er hon virkin í Tvøroyrar Hornorkestri, har hon spælir trombon og var kassameistari í mong ár. Hon er sera góð við kríatúr, hevur seyð, sum hon sjálv passar. Hvør seyður hevur sítt egna navn. Eisini hevur hon kettur og hønur.
Í nøkur ár var Anna Kirstin læknaskrivari. Annars hevur hon arbeitt í familjufyritøkuni T. F. Thomsen, í gamla kongiliga handlinum á Tvøroyri, og tá handilin herfyri lat aftur, gjørdi hon hølini um til "Kongiligu Pubbina", sum hon rekur. Dagliga arbeiðir hon eisini hálva tíð á Shell-avgreiðskuni hjá T. F. Thomsen.
Foreldur hennara vóru: Ninna, f. Nielsen, úr Havn, og Gunnar Thomsen, ið var sonur Thomas Thomsen á Tvøroyri. Anna Kirstin eigur tveir beiggjar: Thomas, ið er stjóri í fyritøkuni T.F. Thomsen, og Bjarni, ið býr í Danmark.
Anna Kirstin er gift Knud Steinø, skurðlækna á Tvøroyrar Sjúkrahúsi, ættaður úr Keypmannahavn. Tey eiga tvær døtur, Ninna og Turið Maria, og fimm barnabørn. Ninna býr í Svøríki, har hon hevur mann og trý børn, og Turið Maria býr í Keypmannhavn, har hon hevur mann og tvey børn.
Føðingardagurin verður hildin í Høllini í Trongisvági fyri innbodnum.