Anna Kirstin: Ein sorgardagur fyri ogon

Anna Kirstin Thomsen stendur á Sevmýri og eygleiðir vanlukkuna á bryggjuni á Tvøroyri.

- Hetta er ein sorgardagur fyri okkum. Ein tragedia av rang, men tíbetur stóðst eingin mannskaði, sigur hon.

 

- Har er framvegis roykur frá virkinum, men tað er ikki longur hesin ljóti, svarti roykurin sum tað var fyrr í dag, sigur hon.

 

Hon vónar, at virki verður bygd upp aftur sum skjótast.

- Varðin Pelagic hevur bjargað bygdini í fleiri ár. Tað verður ein tung byrða fyri Tvøroyri um virkið verður stongt í longri tíð, sigur Anna Kirstin Thomsen.

 

Hon veit ikki við vissu, hvussu stendur til við Seglloftinum og pubbini enn, sum liggja beint upp at virkinum.

- Eg síggi yvir á tekjuna á Seglloftinum, men roykurin hevur sjáldan ligið inn tann vegin. Eg eri sera spent at síggja, hvussu tað sær út har niðri. Tíbetur var hann norðan og landnyrðingur í dag, so roykurin hevur ligið burtur frá flestu íbúgvunum, sigur hon.

 

- Hetta var ein so vakur morgun. Nú skuldi eg ynskt, at tað var glopraregn. Eg hevði eina gentu til arbeiðis í pubbini í morgun, men hon fór heim til Fámjins, tá eldur kom í. Hon hevur sagt mær, at nógvur roykur er komin oman yvir bygdina har eisini, sigur Anna Kirstin Thomsen.