Manchester United hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur keypt 19-ára gamla Diogo Dalot frá FC Porto. Portugisiski bakkurin heldur fyri, at tað hevði verið ørt, um hann ikki segði ja til tað, sum hann kallar heimsins størsta fótbóltsfelag.
Les eisini: Fred til Manchester United
Tað er um ein høgra bakk, sum tó hevur spælt á vinstra bakki ein part av hesum kappingarárinum. Hann spælir á U21 landsliðnum hjá Portugal, og verður lýstur sum ein skjótur bakkur, sum skal kappast við 33 ára gamla Antonio Valencia um plássið. Bretskir miðlar skriva, at prísurin liggur um 150 milliónir krónur.
Manchester United hevur eisini keypt 25 ára gamla brasilska miðvallan í Shakhatar Donetsk, Fred. Tað ljóðar, at prísurin er um 425 milliónir krónur. Sostatt er Manchester United væl í gongd við at byggja upp á 2. plássið í Premier league og 1/8 finaluna í Champions League hetta kappingarárið.