Hon hevur verið innskrivað á Institut for Veterinær og Husdyrvidenskab á universitetinum í Keypmannahvn, og ritgerðin varð gjørd í samstarvi við Novo Nordisk A/S.
Ritgerðin kallast “Factors Driving the Variation in Absorption of Subcutaneously Administered Insulins” og er samansett av seks vísindaligum greinum, har hon er fyrstihøvundur.
Vegleiðarir vóru Jens Lykkesfeldt, professari á KU, Hanne Refsgaard og Trine Porsgaard, granskarar á Novo Nordisk.
Í metingarnevndini vóru Thomas Pieber, professari á Medical University of Graz, Eysturríki, Aage Kristian Alstrup, lektari á Aarhus Universitetshospital, og Pernille Tveden-Nyborg, lektari á Københavns Universitet, sum var forkvinna.
Verjan, sum varð hildin á Zoom, gekk væl, skrivar Granskingarráðið.
Anna Katrina Jógvansdóttir Gradel fer í august 2020 undir eina 2-ára postdoc verkætlan á Institut for Veterinær og Husdyrvidenskab, KU), har hon skal kanna, hvussu livurin signallerar mettheit til heilan.