Anna Kathrina í Smiðjuni í Lítluvík

Í dag letur upp forvitnislig listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har Anna Kathrina Højgaard fer at sýna fram sína fjølbroyttu list

Framsýning

 

Hon er útbúgvin fotografur, men dugir meira enn at taka myndir. Í listarligum høpi er hon ikki ókend í Føroyum. Hon hevur havt fleiri framsýningar, bæði her heima og uttanlands. Nú verður so aftur høvi at síggja hennara fjølbroyttu listarligu evni á framsýning, sum letur upp í Smiðjuni í Lítluvík seinnapartin í dag.

Anna Kathrina Højgaard hevur tikið ymisk skeið innan grafikk í Danmark, og hon hevur eisini fingist við at mála, síðan hon var eini 12 ára gomul.

- Eg havi umleið 15 málningar og myndir við á framsýningini hesaferð, og hetta eru bæði oljumálningar, grafikkur og ymiskt foto, sum eg havi lagt litir á við spreiði ella pensli. Hetta eru tí ikki bert vanligar fotomyndir, men myndir, sum eg havi gjørt ymiskt við, sigur hon.

Anna Kathrina hevur fleiri ferðir áður havt framsýningar í Smiðjuni í Lítluvík.

- Eg haldi, at eg fyrstu ferð var í Smiðjuni við foto-myndum í 1984, sigur hon.

Fotografurin og listarkvinnan hevur eisini verið við á fleiri várframsýningum, og hon hevur eisini havt framsýningar í Danmark.

 

Fjølbroytt kvinna

- Eg byrjaði at mála sum 12 ára gomul, og seinni fór eg at læra til fotograf, tók skeiðir í grafikki og fór undir ymiskar samansetingar av list. Eg geri sjáldan bara tað eina, tí mær dámar at ”spjaða” meg yvir ymiskt á listarliga økinum. Kanska heldur onkur, at hetta kann tykjast ov ”forvirrisligt”, men mær dámar at gera tað so. Onnur mugu so bara meta um tað, sum eg geri, sigur Anna Kathrina Højgaard.

Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík letur upp í dag klokkan 16 og verður opin til klokkan 19. Í morgin og sunnudagin verður opið millum klokkan 15 og 19 og mánadagin, týsdagin og mikudagin millum klokkan 16 og 19.