Annað kann ikki góðtakast!

Reallønin er fallandi, tí ber ikki til at góðtaka eitt null útspæl frá Landsstýrismanninum í Fíggjarmálum.

?Tá ið ein samstundis fær varhugan av, at null loysnin hjá honum, byggir á ein politiskan rossahandil við borgarligu flokkarnar á tingi, sigur tað seg sjálvt, at fakfeløgini kenna seg misbrúkt av politisku skipanini.?Vit eru tey, ið skulu útinna allar tær vælferðartænastur, ið politikarin og fólkið vil hava, verður tað fyri børnum, ungum, tilkomnum ella gomlum. Hesar vælferðartænastur hava nú í fleiri ár skula spart – eisini í góðum tíðum, havi nú verið nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag í næstan 6 ár og má siga, at eg ikki veit av um nakað ár, har ið tað ikki hevur verið spart á almenna økinum.?Sakni at politiski myndugleikarnir veruliga raðfestir síni ynski fyri føroyska samfelagið (vælferðarsamfelagið) – tí tað snýr seg um raðfesting. Nú politiski myndugleikin ikki raðfestir, men bara fremur skerjingar um ein kamb, kann úrslitið skjótt blíva, at einki virkar. Hetta er nokk støðan innan onkrar almennar stovnar – ov lítil játtan til annað enn akkurát at halda lív í fólki/brúkarum.?Vit kunnu bert ávara um, at hendan gongdin ber ikki til. Tað er ikki fakfeløgini, ið raðfesta hvørjar vælferðartænastur skulu vera. Fakfeløgini skulu tryggja, at limirnir fáa løn fyri tað arbeiði, tey útinna.?Tí gera fakfeløgini rætt tá tey siga: »Vit krevja nakað, og vit fáa nakað!«