Annað hvørt húsarhald fær skitið drekkivatn

Bert annað hvørt húsarhald líta á, at drekkivatnið er reint, vísir nýggj kanning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

Seinastu tíðina hevur rættiliga nógvur orðadráttur verið um reint og skitið vatn. Í Havn hava borgarar og virki fýlst á, at kommunan ikki hevur boðað nóg skjótt frá, tá vatnið var skitið, og neyðugt hevur verið at kóka tað. Men tá hevur bert verið talan um viðurskiftini í høvuðsstaðnum, og hetta hava fólk kring landið kanska undrast á, tí tey hava altíð sligið seg til tols við, at kommunan ikki raðfestir reint vatn. Men nú ber so til at síggja, hvar fólk eiga at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður.

Ivasom reinsan
Sambært nýggju kanningini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fáa 80 prosent av borgarunum sóttreinsað drekkivatn heima við hús. Men samstundis sigur starvsstovan, at sóttreinsingin hjá nógvum kommunum er rættiliga ivasom, og tí kann bert annað hvørt húsarhald líta á, at teirra drekkivatn er reint.
Starvsstovan sigur, at tey 20 prosentini av borgarunum, sum fáa heilt óreinsað vatn, kunnu ikki líta á, at drekkivatnið er reint. Heldur ikki tá talan er um kelduvatn.

Ónøgd við støðuna
Dánial K. Christiansen, eftirlitsmaður hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni, hevur staðið fyri kanningini, og hevur sjálvur vitjað kommunurnar í kanningartíðarskeiðinum.
- Hóast Starvsstovan als ikki kann vera nøgd við verandi støðu, so havi eg heilt góðar vónir um, at støðan skjótt fer at batna. Fleiri kommunustýrir hava sagt fyri mær, at tey hava sett sær fyri at tryggja borgarunum reint drekkivatn í hesum valskeiði. Harafturat er ein kunngerð í væntu", sigur Dánial K. Christiansen.

Viðbrekin fiskavirki
Eitt, sum mangan verður havt á lofti, tá umræður vatngóðsku, eru trupulleikarnir í fiskivinnuni, tá kommunurnar ikki síggja til, at reinsa vatnið væl. Reint vatn er ein fortreyt fyri útflutningi av matvørum, og tí skal góðskan altíð er fyrsta floks. Sambært kanningini hjá starvsstovuni, lítur annaðhvørt fiskavirki ikki á kommunalu sóttreinsingina, men reinsar vatnið sjálvt.

Kanningargrundarlagið
Heilsufrøðiliga Starvsstovan vitjaði allar kommunurnar í tíðarskeiðnum juni 2005 til juli 2006, fyri at staðfesta hvørjum standi vatnveitingarskipanirnar eru í.
Í teimum 33 kommununum eru meira enn 118 óheftar vatnveitingarskipanir. Bert 39 teirra sóttreinsa drekkivatnið. Meira enn 79 skipanir hava onki sóttreinsingartól. Tað eru serliga tær smærru skipanirnar, sum mangla sóttreinsingartól.
Í minsta lagi 15 vatnveitingarskipanir eru privat-vatnfeløg, og fáa 2500 borgarar vatn frá privatu vatnfeløgunum. Fleiri kommunur hava ætlanir um at yvirtaka privatu vatnfeløgini.

Til mat og drekka
Sambært Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, er drekkivatn ætlað at drekka ella brúka í matframleiðslu. 80 prosent av føroyingum fáa sóttreinsað drekkivatn í krananum, og er endamálið við sóttreinsingini, sum fer fram á reinsiverkum, at drepa bakteriur, virus og snúltarar. Tað mesta vatnið, sum brúkt verður til drekkivatn, er omaná vatn og restin er kelduvatn.
Næstan allar kommunur veita drekkivatn til síni húsarhald, bert í onkrari minni kommunu eru privat vatnfeløg. Einstøk matvøruvirki, og tá serliga fiskavirki, sóttreinsa vatnið sjálvi.

Lógarkrøvini
Matvørulógin og umhvørvisverndarlógin fevna um drekkivatn. Umhvørvislógin skal verja drekkivatnsøkið ímóti dálking av ymiskum slag, meðan matvørulógin skal tryggja, at drekkivatnið lýkur góðsku- og heilsuverndarkrøv. Vatnveitarar ábyrgdast fyri at krøvini eru lokin og tryggja hetta við sínum egna eftirliti, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við, at vatnveitararnir røkja sínar skyldur.
Yvirlit yvir støðuna í ymsu kommununum er at finna inni á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á www.hfs.fo. Í prentaða Sosialinum í dag er yvirlitið eisini prentað.