Anna Helena og Joen Jacob Mortensen gullbrúdleyp

Týsdagin 30. desember høvdu Anna Helena og Joen Jacob Mortensen í Klokkaragøtu í Havn verið gift í 50 ár. Tey bæði teljast avgjørt millum tey friðarligu í landinum. Anna Helene arbeiddi í nógv ár á Lágargarði, og Joen Jacob var múrari.

Anna Helena er úr Havnini. Foreldrini vóru Elsubeth Malena, sum var ættað úr Svínoy, og Sámal í Gong. Tey fingu sjey børn: Jens, Petur, Ragnhild, Maria, Helgi, Flemming og Anna Helena. Eftir á lívi eru umframt Annu Helenu Mia og Flemming, sum øll búgva í Havnini.
Joen Jacob er svínoyingur og millum svínoyingar verður hann nevndur Joen Jacob í Ovasta húsi. Foreldrini vóru Anna Karhrina og Elisias, sum var ættaður úr Húsavík. Tey fingu fimm børn: Johanna Olina, Joen Jacob, Johannes Alfred, Hans Jacob og Anna. Johanna Olina og Anna eru farnar. Johannes Alfred og Hans Jacob búgva í Klaksvík.
Joen Jacob fór sum teir flestu tá í tíðini til skips. Hann sigldi eitt nú við Kelduni og Svínoynni, sum pápi hansara í nógv ár var við. Joen Jacob gekk á skiparaskúla hjá Fischeri Heinesen í Klaksvík, og hann var bestimaður við Svínoynni. Tað mundi vera síðsta árið, at Jákup hjá Jensi førdi hana.
Tá ið hann var fluttur til Havnar, fór Joen Jacob at arbeiða hjá svágrinum Peturi í Gong. Meðan hann arbeiddi har, fekk hann sveinabræv sum múrari. Saman við Hanusi Hansen ella Hanusi hjá Amaliu, sum eisini var ættaður úr Svínoy, hevur Joen Jacob útinnt nógv múraraarbeiði í høvuðsstaðnum og eisini aðra staðni.
Í Ovasta húsi vóru teir musikalskir, og Joen Jacob hevur spælt bæði harmoniku og mandolin. Hann var í mong ár tenorur í sangkórinum í Ebenezer, har hann og konan framvegis hava teirra andaliga heim.
Joen Jacob hevði bát saman við svágrinum Heina Svarthamar, og Anna Helena og Joen Jacob og yngra ættarliðið plaga at vitja í Svínoy, har tey eiga húsini, sum foreldrini hjá honum bygdu í Lágbø.
Anna Helena og Joen Jacob eiga fimm børn: Helgi, Atli, Ragnar, Elisabeth og Sóley. Helgi, Atli og Elisabeth búgva í Havnini, Ragnar býr í Esbjerg, og Sóley býr í Noregi. Barnabørnini eru tólv í tali.