Anna Helena á einum 6. plássi

Í gjárkvøldið var finalan í Miss World Denmark 2012, har føroyska Anna Helena Ejdesgaard luttók. Millum tær tjúgu kvinnurnar, ið vóru komnar í finaluna, skuldi ein kjósast at vera vakrasta kvinnan í danska ríkinum.

Finalan fór fram á Kokkedal Slot, og eftir at dómararnir høvdu sæð allar luttakararnar í fínum kjóla og í bikini, valdu teir 25 ára gomlu Iris Thomsen til at vera vakrasta kvinnan í Danmark.

18 ára gamla Anna Helena endaði á einum sætta plássi, men vann tó eina aðra heiðursløn. Seinastu dagarnar hevur verið møguligt hjá fólki umvegis Facebooksíðuna hjá Miss & Mister of Denmark at trýsta "Dáma" til myndirnar av øllum teimum tjúgu luttakarunum. Tann luttakarin, sum fekk flest fólk at dáma myndina av sær, fekk heiðurslønina Miss Popularity Award. Vakri hoyvíkingurin fekk so mikið nógvar atkvøður, at hon gjørdist vinnarin.

Tað var annars av tilvild, at Anna Helena kom við til Miss World Denmark 2012. Fyri umleið tveimum mánaðum síðani setti Lisa Lents, sum stendur fyri kapppingini, seg í samband við Onnu Helenu umvegis Facebook. Hon hevði lagt merki til vangamyndina av Onnnu Helenu og spurdi, um hon var áhugað í at luttaka í kappingini Miss World Denmark. Nú kann Anna Helena so kalla seg tann 6. vakrasta kvinnan í danska ríkinum.