Anna Háberg á Summar Festival: - Ein sterk og kenslurík rødd

Tað verður ein sterk og kenslurík rødd, sum føroyingar sleppa at uppliva á palli, tá gospelkvinnan Anna Háberg verður við á størsta festivalinum í Føroyum.

Anna hevur fyrr sungið á fleiri ymiskum gospelútgávum – eitt nú Bros og hjá MC Restorff – men í fjør gav hon umsíðir út sína egnu fløgu.

- Eg havi faktiskt arbeitt við hesi fløguni alt lívið og havi droymt um hetta, síðani eg var fimm ára gomul, segði Anna Háberg, tá fløgan varð givin út.

Sama fløgan var eisini orsøkin til, at Anna í fjør varð tilnevnd til virðisløn á Planet Awards. Grundgevingin fyri tilnevningina var, at Anna við hesi útgávu hevur víst, at hon telist millum bestu songrøddir í landinum. Millum annað var sagt soleiðis um hana:

- Anna Háberg megnar í ein nærum óhoyrdan mun í føroyskum høpi at lata kenslurnar leka út gjøgnum røddina. Hetta er so inni, sum kann blíva..

Næsta tónleikaliga stigið hjá Onnu verður so í august mánaða, tá hon saman við bólki kemur á pallin á Føroya størsta festivali.