Fólkatingslimirnir gjørt avtalur fyri 57,5 milliónir við donsku stjórnina

Føroysku fólkatingslimirnir hava fingið pengar á donsku fíggjarlógini til ymiskt í Føroyum.

Gransking í uttanríkis- trygdar- og verjupolitikki, havgransking, mentanarhús og sjósavn í Miðvági og betri umstøður til løgregluna.

 

Hetta eru nøkur av teimum tingunum, føroysku fólkatingslimirnir Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale hava samráðst seg til í sambandi við donsku fíggjarlógina fyri 2023.

 

Millum stóru raðfestingarnar hjá Sambandsflokkinum, er serliga granskingin í uttanríkis-, trygdar- og verjumálum.

 

– Seinastu tíðina hava vit merkt økta spenningin kring Føroyar. Tó er gransking innan økið ein mangulvøra í Føroyum. Hetta er tískil eitt nýbrot innan uttanríkis-, trygdar- og verjumál í Føroyum, sigur Anna Falkenberg.

 

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, hevur gjørt avtalu við donsku stjórnina um, at 10 milliónir afturat skulu játtast til ætlanina at byggja eitt mentanarhús og sjósavn í Miðvági.

 

- Eg eri ógvuliga væl nøgdur við, at tað nú sær út til at bera á mál við nýggja mentanar- og sjósavninum í Sørvági. Men tað er sjálvandi fyrst og fremst teimum, sum standa fyri verkætlanini, at takka, sigur hann.

 

Eisini hevur Sambandsflokkurin fingið játtað 15 mió. kr. til havgransking.

 

– Okkara náttúru- og havumhvørvi er í stórari broyting orsakað av veðurlagsbroytingunum. Havið er tað, vit liva av í Føroyum. Tó vita vit ikki nóg væl, hvussu eitt nú veðurlagsbroytingarnar hava og framvegis fara at ávirka havstreymarnar og lívið í havinum kring Føroyar, sigur Anna Falkenberg.

 

Tilsamans hevur Sambandsflokkurin á Fólkatingi gjørt avtalur við donsku stjórnina fyri 47,5 mió. kr. sum eru býttar soleiðis:

 

  • 10,2 mió. kr. til gransking í uttanríkis-, verju- og trygdarpolitiskum málum
  • 15 mió. kr. gransking í havstreymunum kring Føroyar og í Norðuratlantshavi
  • 5,8 mió. kr. til betri umstøður hjá løgregluni til skjótivenjingar.
  • 2 mió. kr. til umvælingar av sluppini Johannu TG 326
  • 12 mió. kr til framhald av Sjómaq verkætlanini
  • 2,5 mió. kr. til burturbeining av markaforðingum hjá føroyingum búsitandi í Danmark

 

Harumframt hava Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg saman gjørt avtalu við donsku stjórnina um, at 5,8 mió. skulu játtast til eina skjótibreyt til løgregluna í Føroyum, og eina eingangsupphædd á 2 mió. til Føroya Rætt, soleiðis at bíðilistin har kann styttast.