Anna fekk ”Dronningens fortjenestmedalje”

Fríggjadagin 15. juni hevði Anna Weihe, skrivstovufulltrúi, starvast 40 ár hjá Ríkisumboðnum.

Í hesum sambandi varð skipað fyri móttøku á skrivstovuni hjá Ríkisumboðnum, har bæði núverandi og fyrrverandi starvsfelagar umframt vinir og kenningar stukku inn á gólvið.


Ríkisumboðið hevði instillað Annu til at fáa “Dronningens fortjenestmedalje”, og varð medaljan handað henni undir móttøkuni av ríkisumboðsmanninum Søren Christensen.


Ríkisumboðsmaðurin segði í talu síni, at Anna hevur hesi 40 árini arbeitt undir ikki minni enn sjey ríkisumboðsmonnum.