Hon er harvið yngsta fólkatingsumboð Føroya síðani 1915, tá tann 25 ára gamli Edward Mitens varð valdur á Fólkating fyri Sjálvstýrisflokkin. Ta ferðina vann Sjálvstýrisflokkurin á Sambandsflokkinum og feldi Andras Samuelsen, sum í mong ár var formaður í Sambandsflokkinum.
Tað er einastu ferð, at Sjálvstýrisflokkurin hevur havt umboð á Fólkatingi, tó at Jóannes Patursson sat á Fólkatingi frá 1901 til 1906. Hann var tá valdur uttanflokka. Tað var ikki fyrr enn í 1906, at vit fingu floksbýti á tingi, tá Sjálvstýrisflokkurin og Sambandsflokkurin vórðu valdir á ting.
Sambansflokkurin vann tó fólkatingssessin aftur á valinum í 1918, tá Andras Samuelsen soleiðis fekk sessin aftur, sum hann vann á hvørjum vali líka til 1939, tá Jóhan Poulsen á Strondum tók yvir.
##med3##
Anna Falkenberg er onnur kvinnan, sum føroyingar hava valt á Fólkating, tann fyrra var Lisbeth L. Petersen, forkvinna Sambandsfloksins, sum varð vald á Fólkating í 2001.
26 ára gamla Anna Falkenberg loysir av 78 ára gamla abba sín, Edmund Joensen.
##med2##
Á listanum niðanfyri síggjast allir fólkatingslimir Føroya síðani 1851:
|
Navn |
Flokkur |
Knýttur at |
Tíðarskeið |
Viðmerkingar |
|
Niels Christopher Winther |
Uttanflokka |
1851–1857 | ||
|
Enok Bærentsen |
Uttanflokka |
1857–1858 | ||
|
Hans Christopher Müller |
Uttanflokka |
1858–1864 | ||
|
Johannes Petersen |
Uttanflokka |
1864–1866 | ||
|
Jacob Andreas Lunddahl |
Uttanflokka |
1866–1869 | ||
|
Oliver Petræus Effersøe |
Uttanflokka |
1869–1872 | ||
|
Bærent Bærentsen |
Uttanflokka |
1872–1884 | ||
|
Johan Henrik Schrøter |
Uttanflokka |
1884–1887 | ||
|
Hans Christopher Müller |
Uttanflokka |
1887–1890 | ||
|
Thomas Thomsen |
Uttanflokka |
1890–1898 | ||
|
Klæmint Olsen |
Uttanflokka |
1898–1901 | ||
|
Jóannes Patursson |
Uttanflokka |
Venstrereformpartiet |
1901–1906 | |
|
Oliver Effersøe |
Sambandsflokkurin |
Venstre |
1906–1913 |
Venstrereformpartiet áðrenn 1909 |
|
Andrass Samuelsen |
Sambandsflokkurin |
Venstre |
1913–1915 | |
|
Edward Mitens |
Sjálvstýrisflokkurin |
1915–1918 | ||
|
Andrass Samuelsen |
Sambandsflokkurin |
Venstre |
1918–1939 | |
|
Johan Poulsen |
Sambandsflokkurin |
Venstre |
1939–1943 | |
|
Thorstein Petersen |
Fólkaflokkurin |
Konservative Folkeparti |
1943–1950 |
Møtti ikki til fundir eftir 1947 (boykott) |
|
Peter Mohr Dam |
Javnaðarflokkurin |
Socialdemokraterne |
1948–1953 | |
|
Johan Poulsen |
Sambandsflokkurin |
Venstre |
1950–1953 | |
|
Johan Poulsen |
Sambandsflokkurin |
Venstre |
1953–1964 | |
|
Peter Mohr Dam |
Javnaðarflokkurin |
Socialdemokraterne |
1953–1957 | |
|
Hákun Djurhuus |
Fólkaflokkurin |
Konservative Folkeparti |
1957–1960 | |
|
Johan Nielsen |
Javnaðarflokkurin |
Socialdemokraterne |
1960–1964 | |
|
Peter Mohr Dam |
Javnaðarflokkurin |
Socialdemokraterne |
1964–1967 | |
|
Poul Andreasen |
Fólkaflokkurin |
Konservative Folkeparti |
1964–1968 | |
|
Johan Nielsen |
Javnaðarflokkurin |
Socialdemokraterne |
1967–1984 |
Varalimur |
|
Hákun Djurhuus |
Fólkaflokkurin |
Konservative Folkeparti |
1968–1973 | |
|
Erlendur Patursson |
Tjóðveldisflokkurin |
Ikki knýttur at donskum flokki |
1973–1977 | |
|
Pauli Ellefsen |
Sambandsflokkurin |
Venstre |
1977–1987 | |
|
Jacob Lindenskov |
Javnaðarflokkurin |
Socialdemokraterne |
1979–1984 | |
|
Johannes Martin Olsen |
Sambandsflokkurin |
Venstre |
1981–1985 og 1994-98 |
Varalimur |
|
Óli Breckmann |
Fólkaflokkurin |
Konservative Folkeparti |
1984–2001 | |
|
Jacob Lindenskov |
Javnaðarflokkurin |
Socialdemokraterne |
1987–1988 | |
|
Pauli Ellefsen |
Sambandsflokkurin |
Venstre |
1988–1990 | |
|
Atli Dam |
Javnaðarflokkurin |
Socialdemokraterne |
1990–1994 | |
|
Jacob Lindenskov |
Javnaðarflokkurin |
Socialdemokraterne |
1990–1993 |
Varalimur |
|
Edmund Joensen |
Sambandsflokkurin |
Venstre |
1994–1998 | |
|
Jóannes Eidesgaard |
Javnaðarflokkurin |
Socialdemokraterne |
1998–2001 | |
|
Høgni Hoydal |
Tjóðveldi |
Norðuratlantsbólkurin |
2001–2011 | |
|
Lisbeth L. Petersen |
Sambandsflokkurin |
Venstre |
2001–2005 | |
|
Tórbjørn Jacobsen |
Tjóðveldi |
Norðuratlantsbólkurin |
2001–2004 |
Varalimur |
|
Anfinn Kallsberg |
Fólkaflokkurin |
Konservative Folkeparti |
2005–2007 | |
|
Edmund Joensen |
Sambandsflokkurin |
Venstre |
2007–2015 | |
|
Sjúrður Skaale |
Tjóðveldi |
Norðuratlantsbólkurin |
2007–2008 |
Varalimur |
|
Annita á Fríðriksmørk |
Tjóðveldi |
Norðuratlantsbólkurin |
2008 |
varalimur |
|
Sjúrður Skaale |
Javnaðarflokkurin |
Socialdemokraterne |
2011– | |
|
Høgni Hoydal |
Tjóðveldi |
2015 | ||
|
Magni Arge |
Tjóðveldi |
2015–2019 |
Varalimur | |
|
Edmund Joensen |
Sambandsflokkurin |
Venstre |
2019-2022 |








