- Vit sigla ofta út móti russiskum skipum við loðsi. Skal skipið til bryggju, taka vit sum oftast nakrar russarar við til lands, sum so taka móti endunum og binda skipið.
Tað veit Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini at siga. Menninir, sum verða endurgivnir fyri orðini, eru Rókur Eyvindsson og Fríði av Vollanum, sum sigla við Annu, ið Faroe Agency eigur.
Teir leggja aftrat, at teirra arbeiði við Onnu eisini er at hjálpa russisku skipunum til bryggju ella til at leggja at øðrum skipi, sum er komið í havn.
- Hesi skip hava vanliga lítla ella onga síðuskrúvu, og tí arbeiðir Anna eisini sum ein síðuskrúva, siga teir báðir.
Rókur Eyvindsson og Fríði av Vollanum siga, at Anna er sleipibátur, samstundis sum báturin eisini ger aðrar uppgávur, eitt nú at leggja út oljusperring, tá skipini bunkra.
Herfyri kom stóri russiski trolarin Kapitan Demodenko á Runavík. Anna sigldi loðsin umborð og tók samstundis fýra mans við til lands, sum tóku ímóti skipinum, tá tað legði til bryggju.
- Trolarin hevur verið á svartkjaftaveiði og hevur 2850 tons av frystum svartkjafti og 50 tons av mjøli. Kapitan Demodenko er 108 metrar langur og 20 metrar breiður, og við skipinum eru 88 mans.
Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini visti um dagarnar at siga, at handilsskipið Frio Arkhangelsk er komið eftir frysta svartkjaftinum hjá Kapitan Demodenko.