Í X Factor-kappingini í kvøld verður Anna Nygaard aftur at síggja. Fyrstu ferð hon var at síggja í sjónvarpskappingini hjá DR1 var seinasta fríggjakvøld, og síðani er hon vorðin meira ella minni landskend í Danmark.
Ekstra Bladet og Se & Hør hava givið 18 ára gomlu songkvinnuni nógva og positiva umrøðu, samstundis sum útvarpsrásin The Voice hevur havt eitt longri prát við Annu Nygaard.
Harumframt eru fleiri bólkar á Facebook stovnaðir, har fólk stuðla henni í kappingini. Eitt nú eru omanfyri 2700 limir í bólkinum »Vi stemmer på Anna i X-Factor 2010«.
Í X Factor-sendingini í kvøld fáa vit at síggja, hvørja kategori dómararnir fáa ábyrgd av. Talan er um tríggjar kategoriir, nevniliga sangarar niðanfyri 25 ár, omanfyri 25 ár og so bólkarnir. Tilsamans er talan um 99 sangarar og 18 ára gamla Anna er í fyrstnevndu kategori.
Á DR vilja tey ikki avdúka nakað sum helst um sendingina í kvøld, men sambært tíðindaleiðaranum hjá X Factor, fær Anna lutfalsliga nógv pláss í sendingini.
Millum annað fæst svar fyri, um Anna Nygaard kemur víðari í kappingini ella ikki.