Ann Thomsen gjørdist føroyameistari í marathon

Tórshavn Marathon: 47 ára gamla Ann Thomsen gjørdist føroyameistari í marathon, tá Tórshavn Marathon var á skránni í dag. Vinnari av Tórshavn Marathon hjá kvinnum gjørdist tó Agnezka Leka úr Póllandi.


Ann Thomsen fegnaðist um føroyameistaraheitið. Hon var eisini fegin um at hava klárað teinin uppá tríggjar tímar og 39 minuttir, sum er ein bati uppá 16 minuttir í mun til 2012.

 

Undir savnsmyndini, har Ann Thomsen sæst í miðjuni er ein ljóðsamrøða við Ann Thomsen. Á hesari leinkjuni sæst ein YouTube upptøka av heiðursmerkjahandanini hjá kvinnunum, har tann kaldi og stirdi vinnarin úr Póllandi tó var farin niðan aftur á Hotel Føroyar: http://www.youtube.com/watch?v=4Mtq0CJtY8c&feature=youtu.be