Í dag 1. august er Ann Hermansdóttir sett sum studentaprestur á miðnáms- og yrkisskúlunum í Føroyum. Hesir eru: Glasir, Miðnám á Kambsdali, Miðnám í Suðuroy, Miðnám í Vestmanna og Tekniski skúlin í Klaksvík.
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv í 4 ár við møguleika fyri leingjan í 2 ár.
Ann fekk útbúgving sum Cand.theol í 2007, og hevur starvast sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi seinastu 15 árini.
16. juli helt Ann fráfaringargudstænastu í Havnar kirkju, og kirkjuráðið skipaði fyri samkomu eftir gudstænastuna, har heilsanir og tøkkir vóru bornar fram.
Hetta skrivar folkakirkjan.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.










