Ann heiðrað í Grønlandi

Ann Andreasen er av grønlendsku myndugleikunum heiðrað við silvurmedalju

Føroyska Ann Andreasen er av grønlendsku myndugleikunum heiðrað við silvurmedalju fyri sítt stóra og ótroyttiliga arbeiði grønlendskum børnum at frama.

 

Grønlendsku myndugleikarnir grundgeva soleiðis fyri, at teir nú hava heiðrað Ann:

 

Nersornaat í silvuri verður latin grundað á, at tú í langa tíð og í ógvuliga stóran mun við heiðursverdugum arbeiði fyri Grønland og ótroyttiliga hevur syrgt fyri positivum upplivingum fyri børnini, sum búgva á barnaheiminum í Uummannaq, og at tú hevur skapað gróðrarbotn fyri vøkstri og menning í samfelagnum lokalt, í tjóðini, altjóða og upp á tvørs av mentanum og løgum í samfelagnum.

 

Síðsta vetur var Ann í Føroyum í sambandi við, at filmur varð vístur, sum hon hevði tikið stig til.

 

Ann Andreasen hevur í 28 ár verið leiðari á barnaheiminum í Uummannaq.