Ann Andreasen, sum í 30 ár hevur starvast á barnaheiminum í Uummanaq – harav nærum 25 sum leiðari – varð hósdagin í farnu viku heiðrað fyri sítt stóra arbeiði á heiminum.
Hesi árini hevur hon støðugt hjálpt børnum á heiminum, har dentur er lagdur á at geva teimum nærleika og positivar upplivingar, og fleiri ferðir hevur hon fingið viðurkenning fyri sítt drúgva arbeiði. Eitt nú frá grønlendsku myndugleikunum og drotningini.
Og hósdagin fekk so sømdargávu frá Gernes-grunninum. Sømdargávan var 25.000 krónur, skrivar Sermitsiaq.










