Ann Mikkelsen
---
Tit eiga tøkk uppiborna fyri at geva okkum varðar í standmyndum! Flott er tað at síggja, og glað eru vit, sum njóta tað, tit seta upp.
Nú haldi eg, at tíðin er komin, at vit taka okkum um reiggj. Av øllum mangla vit ein varða:
Minnisvaran yvir tey, sum ikki bóru boð í bý! Tað eru nokk bara tey, sum hava mist, sum sakna hann, tey hava onga grøv at fara til.
Nú tit hava fingið økið yviri við Strond at umsita, haldi eg, at tað er eitt tað vakrasta plássið at seta ein sovorðnan.