Anker Mortensen í gamla Seglhúsinum

Sunnudagin 8. september 2019 letur upp listaframsýning við Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fer at røða, og guitarúrmælingurin Ólavur Jakobsen syrgir fyri tónleikinum.

Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður møguligt at heilsa upp á listamannin sjálvan og annars njóta verk hansara.

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 11. oktober 2019.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin soleiðis:

Mánadag til Fríggjadag frá 14:00 til 17:00

Sunnudagar frá 14:00 til 18:00

Um tað ikki ber til at vitja til ásettu tíðirnar, er møguligt at ringja 217055 (Símun) og finna eina tíð sum hóskar.