Anja vitjaði á klettunum

Um vikuskiftið var Anja Andersen, sum av mongum hevur verið skýrd at vera heimsins besti hondbóltsleikari á vitjan í Føroyum, og áhugin millum føroyingar at hitta stjørnuna var sera stórur

Sum partur av nýggja samstarvinum millum Formula.fo og 3-aran í SMS, høvdu teir við hjálp frá Siemens/Nixdorff fingið skipað soleiðis fyri, at danska Anja Andersen kom á føroyavitjan.


Stuttur steðgur

Sum vera man, so hevur núverandi ítróttastjórin í Slagelse úr at gera í gerandisdegnum, men kortini játtaði hon at vera við til tiltakið.

Steðgurin í Føroyum var tó ikki serliga langur. Bert eitt gott samdøgur, men kortini náddi hon at vera lutur í fleiri tiltøkum hesa løtuna.

Millum annað hevði hon venjingar saman við leikarum hjá Neistanum og Kyndli, sum eisini vóru við í fyrireikingunum, umframt at hon hevði ein venjingartíma saman við føroyska U-20 landsliðinum hjá kvinnum.


Eisini tíð at práta

Oman á alt hetta, vóru eisini stundir til at tosa við føroysku fjølmiðlarnar, og hóast knøppu tíðina, so gav sær kortini góðar stundir til henda partin av arbeiði sínum.

Úrslitið av samrøðu okkara við donsku stjørnuna prenta vit í morgin.

Tá kann millum annað lesast um, hvørjar hugsjónir hon hevur um hondbóltsspælið, og hvussu hon ætlar at føra hesar út í lívið í nýggja starvi sínum í Slagelse.