Anja vil venja menn

Anja Andersen hevur vunnið tað, sum vinnast kann innan kvinnuhondbólt. Bæði sum spælari og venjari. Nú hevur helst fremsta hondbóltsfrúgvin í danskari søgu sett sær nýggj mál. – Eg vil fegin venja eitt manslið, og eisini har vinna Champions League við einum donskum felag. Tað skuldi verið møguligt, um tað er eitt felag við fíggjarligari styrki, soleiðis at tað ber til at heinta tveir-tríggjar útlendskar profilar, sigur Anja Andersen við BT.