Kvinnurnar hjá Fleyr hava vunnið seg í steypafinaluna hjá kvinnum í flogbólti.
Fleyr vann fyrr í dag 3-1 á TB í hálvfinaluni, sum var spæld í KÍ-høllini. Settmunurin var 25-22, 25-11, 22-25 og 25-17.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Anju Danielsen hjá Fleyr, sum er komin heim til Føroya úr Danmark fyri at hjálpa Fleyr í steypafinaluna.
Anja Danielsen heldur, at talan var um ein stuttligan dyst í øðrvísi umstøðum, men hon heldur, at tað var dekan ov heitt undir dystinum.
Hon ásannar, at hon og liðfelagarnir fullu nakað í triðja settinum, sum TB vann 25-22. Anja Danielsen greiðir frá, at tað er nakað sum ofta hendir tá ein er framman fyri 2-0, at hitt liðið gevur alt í triðja settið. Anja fegnast tó um, at hon og liðfelagarnir arbeiddu seg uppaftur í fjórða settið.
Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Suna Yong Petersen, hjálparvenjara hjá TB aftaná dystin HER
Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í dystinum TB-Fleyr 1-3. Og hoyr samanumtøkuna hjá Hans Fróða Jensen HER










