TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Anju Danielsen á Rás2, aftaná Anja Danielsen og liðfelagarnir á føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti hevði tapt 1-3 ímóti Kýpros í EM/HM undankappingini.
Anja Danielsen ásannar eisini, at Føroyar taptu ímóti einum betri liði. Men hon hevur uppskriftina uppá hvussu føroyska liðið kann gerast betur. Tað krevur meir rutinu, og fleiri spælarar uttanlands.
Anja Danielsen er sera takksom fyri uppbakningin frá føroysku áskoðarunum, og hon er eins og liðfelagarnir motiverað til at gerast enn betur, og at vinna seg víðari til HM kapping í framtíðini.