Anita vil verða borgarstjóri á Tvøroyri

Vit høvdu ikki eitt gott val, staðfestir Anita Vibergsdóttir. Men nú situr hon kortini við lyklinum til, hvør skal vera borgarstjóri á Tvøroyri

Vit høvdu ikki eitt gott val, staðfestir Anita Vibergsdóttir. Men nú situr hon kortini við lyklinum til, hvør skal vera borgarstjóri á Tvøroyri

 

Anita Vibergsdóttir er komin í ein avgerðandi leiklut, nú nýggjur borgarstjóri skal veljast á Tvøroyri.

 

Hon er vald í býráðið fyri Borgaralistan. Í fyrstu syftu varð upplýst, at Borgaralistin fekk tvey umboð, men síðani komu tey eftir, at talan var um ein roknifeil, so at Borgaralistin fekk bara eitt umboð í býráðið, nevniliga Anitu Vibergsdóttir.

 

Á seinasta kommunuvalið fekk teirra listi tvey umboð, og sostatt mistu tey annað umboðið hesa ferð.

 

Anita Vibergsdóttir heldur, at tað er ósemjan í Javnaðarflokkinum, sum hevur verið dýr hjá teimum á borgaralistanum.

 

Tann ósemjan endaði við, at Kristin Michelsen fór av javnaðarlistanum og stovnaði sín egna lista, Kommunulista.

 

– Tað vísir seg sum um at polariseringin í Javnaðarflokkinum hevur drigið atkvøður til báðar mótpólarnar, og vit eru so dottin niður ímillum, sigur Anita Vibergsdóttir.

 

Úrslitið á Tvøroyri er, at Javnaðarflokkurin fær tríggjar býráðslimir, Kommunulistin hjá Kristin Michelsen fær eisini tríggjar.

 

Og nú situr Anita Vibergsdóttir í eini lyklastøðu, sum sjeyndi býráðslimurin, og við Kvf segði hon beint nú, at ta støðuna ætlar hon at brúka til at verða borgarstjóri, og at hon stuðlaði tí flokkinum, ið gav henni tilboðið um borgarstjórsessin.