Garnaskipið, Anita, sleppur kanska ongantíð aftur til fiskiskap. Tað ger Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, greitt. Gunvør Balle, tingkvinna hevur sett honum fleiri spurningar um Anitu í kjalarvørrinum á sorgarleikinum, tá ið skipið misti ein mann. Samstundis vórðu gjørn hjá Anitu standandi í sjónum í hálvan annan mánað og fiskur varð tveittur í havið. Jacob Vestergaard sigur, at í hesum sambandi hevur Vørn tikið mál upp um at taka aftur veiðiloyvi, og harvið øll fiskirættindini hjá Anitu.
Vanliga er tað landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum kann taka veiðiloyvið aftur. Men í hesum føri er umsitingin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum ógegnig at viðgera málið.
Tí hevur løgmaður avgjørt at viðgera málið sjálvur og taka støðu til spurningin um veiðiloyvið hjá Anitu skal takast aftur. - Tá løgmaður hevur tikið avgerð í málinum fæst at vita, um Anita sleppur til fiskarí aftur, sigur Jacob Vestergaard. Hann staðfestir eisini, at ongin myndugleiki hevði givið skiparanum á Anitu loyvi at tveita fisk aftur í havið tá ið gørnini vórðu drigin.
- Skiparin fekk boð um, at útblakingin var ólóglig, men vildi ikki gevast, tí at frystilastin varð sløkt fyri at gera pláss fyri øllum gørnunum, sigur Jacob Vestergaard. Hann sigur, at Fiskiveiðieftirlitið hevur ikki løgreglumyndugleika á sjónum. Einasti máti at forða fyri útblakingini var at kalla Anitu inn, men tað vildi fiskiveiðieftirlitið ikki gera, fyrrenn gørnini vóru drigin, sigur landsstýrismaðurin. |