Viberg Sørensen á Tvøroyri hevur nú keypt skip úr Noregi.
Men skipið er ikki keypt, tí at hann ætlar sær at víðka um virksemið.
Ætlanin er nevniliga, at skipið úr Noregi skal loysa Anitu av í fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva undir Føroyum.
Tað er ikki tí, at norski báturin er nýggjari enn Anita, at Viberg Sørensen hevur keypt hann.
Anita er smíðað í 1962 og tann norski báturin, sum nú trokar hana av rókini er eitt sindur eldri, tí hann er smíðaður í 1963.
Men Viberg Sørensen sigur, at tann báturin, sum hann hevur keypt úr Noregi er betri útgjørdur.
?Anita er ótíðarhóskandi í mangar mátar. Eitt nú hevur hon opið dekk og ymisk útgerð umborð er nú so gomul, at hon má skiftast.
? So alt í alt var tað tann frægasta loysnin at keypa hendan norska bátin, sigur Viberg Sørensen.
Báturin er akkurát sama stødd sum Anita og hann skal rætt og slætt loysa hana av. Tvs, at hann skal fiska svartkalva og havtasku við gørnum undir Føroyum og ísa fiskin umborð.
Klippstein, sum norski báturin eitur, liggur í løtuni í Fuglafirði, at ymiskt skal gerast við hann.
Hann verður væntandi klárur at fara til fiskiskap um einar tveir mánaðir.
Keypsprísin vil Viberg Sørensen ikki upplýsa.
Men hann sigur, at sum støðan er í Føroyum, ber tað ikki til at smíða nýggj skip, tí tey klára ikki at svara hvørjum sítt.
? Vit mugu bara royna sum frægast at bjarga okkum sum frægast við gomlum skipum, leggur hann afturat.
Hann sigur, at nýggj vkip verða ikki smíðað til Føroyar uttan so, at onkur annar hjálpir til við fíggingini.
? Og sum er eldist flotin í Hvørjum. Tí skuldi lógin um endurnýgging av fiskiskipaflotanum, sum tosað hevur verið um í fleiri ár nú, langt síðani at verið komin, sigur skiparin av Tvøroyri.
Enn er ikki avgjørt, hvat verður gjørt við Anitu.










