Aniston hevur ikki tíð at leita sær eftir nýggjum sjeiki, so hon er farin at leita aftur í eks-savninum. Jennifer Aniston vil hava ein mann, skrivar billedbladet.dk, men tað hevur hon ikki tíð til at finna sær, so hon er farin at leita sær aftur til ekssjeikin og starvsfelagin, Gerhard Butler, sum hon hevði eitt stutt samband við, tá tey innspældu ein film saman. Hon droppaði tá Butler fyri John Mayer, men tað sær út til, at hon nú er farin at angra tað. Hetta ger hon, hóast Gerhard Butler hevur meiggjað hana út og avnokta, at tey nakrantíð hava havt nakað saman.
Nú ringir, skrivar og smsar Jennifer Aniston í heilum til Butler ? á kanska heldur frekan hátt.









