- Hetta er ein møguleiki, ið man bara fær eina ferð í lívinum. So tá vit fingu eitt gott tilboð, so tóku vit av.
Tað sigur Rúni Djurhuus, ein av monnunum handan Angus Steakhouse, ið nú letur upp eina matstovu í Íslandi.
- Væntandi lata vit dyrnar upp til Angus Ísland í mars mánað. Vit vóru í Íslandi í síðstu viku og kannaðu umstøðurnar, og nú er leigusáttmálin og hølir fingið til vega, umframt at vit hava tosað við veitarar. Hølini koma at liggja einar fimm kilometrar uttanfyri miðbýin, sigur Rúni Djurhuus.
Saman við Petur Slyne og Tóka Skeel Nolsøe eigur Rúni Djurhuus matstovuna, ið lat upp í Føroyum síðsta heyst, og hevur verið framúr gott móttikin av føroyingum.
Eftir ætlan verður tað Tóki Skeel Nolsøe, ið frammanundan er dagligur leiðari í matstovuni í Tórshavn, ið skal hjálpa matstovuni í gongd í Íslandi. Harumframt fer Rúni Djurhuus, sum er høvuðskokkur, við fyrstu tíðina at hjálpa kokkunum.
- Um man skal royna seg uttanlands, so er hetta ein góður møguleiki. Í Føroyum hava vit havt fult hús hvønn dag síðani vit lótu upp. Tað er óansæð um tað er mánadagur ella fríggjakvøld, fólk hava tikið matstovuna til sín. Vit hava nevniliga mangla eina matstovu í Havnini, har tað er møguligt at keypa ein betri bita uttan at rinda fleiri túsund krónur, sigur Rúni Djurhuus at enda.
Tóki Skeel Nolsøe (aftast til høgru) her avmyndaður við starvsfólkum á Angus Steakhouse.
Angus Steakhouse út um landoddarnar