Ango landar umleið 300 tons av sild

Ango, nýggja uppisjóvarskipið hjá suðuroyingum, er komið aftur av sínum fyrsta túri.

 

Fyrr í vikuni fór uppsjóvarskipið Ango fyrsta túr, tá farið varð av Vági og vestur í Íslendskan sjógv á sild.

 

Hetta veit Suðurrás at siga í morgun.

 

Teir gjørdu skjótt av, tí í morgun landar Ango umleið 300 tons av sild til Varðan Pelagic á Tvøroyri.

 

 

 

 

 

Mynd: D.O.