Hans Jákup Michelsen við sínum Ford Anglia frá 1963. Myndir: Álvur Haraldsen

Anglia frá 1963 hjá Hans Jákupi

Hans Jákup Michelsen í Havn eigur ein Ford Anglia frá 1963. Bilin keypti hann frá Hans Elmari Poulsen í Vatnsoyrum fyri 20 árum síðan

 

Hans Jákup Michelsen við sínum Ford Anglia frá 1963. Myndir: Álvur Haraldsen

Søgan um bilin er tann, at Hans Elmar keypti bilin á eini sølu-fram-sýn-ing við ellisakførum, sum var  í Fredericia í 1998.

 

Hann fór á framsýningina við tí í huga at keypa ein bil, um tað var onkur hann fekk hug á. Ímillum øll tey mongu ellisakførini, var hesin reyði Ford Anglia.

 

Hans Elmar fekk eitt gott prát við eigaran av bilinum, sum var bilmekanikari og hevði arbeitt við bilum alt sítt vaksna lív.

 

Hans Elmar hevði hug at keypa bilin, men prísurin var í hægra lagi. Eftir at hava tingast um prísin endaði tað við at hann keypti bilin, sum var í sera góðum standi.

 

Bilurin kom til Føroyar tann 14. apríl 1998 og skrásettur tann 23. apríl við nummarplátunum Fø 55.300.

 

Fyri 20 árum síðan keypti Hans Jákup Michelsen bilin frá Hans Elmari Poulsen. Bilurin er framvegis væl hildin og sær út sum nýggjur bæði innan og uttan.

 

Hans Jákup er limur í Føroya Ellisakførum, har hann hevur pláss til bilin í hølunum hjá felagnum  undir Gráasteini. Hann koyrir við bilinum til flaggdagskoyring og til onnur tiltøk hjá felagnum.

 

Hesir Ford Anglia vórðu framleiddir av Ford Motor Company í Onglandi frá 1959 til 1967. Anglia vórðu avloystir av Ford Escort í 1968.

 

Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið – og sum haldarar eisini kunnu lesa á sos.fo

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

 

 

Hans Jákup Michelsen við sínum Ford Anglia frá 1963. Myndir: Álvur Haraldsen