Undirhald
Leygardagin fáa suðuroyingar høvi at uppliva tey landskendu og sera vælumtóktu Angelu og Hannibal á palli.
Leygardagin klokkan 15 fara tey bæði at undirhalda smáum og stórum í Roynhøllini í Hvalba.
Vanliga framførslan vara í ein tíma, ella har á leið, men aftaná verður høvi at práta við Angelu og at fáa autograf frá henni.
Atgongumerkini kosta 60 krónur hjá børnum og 80 krónur hjá vaksnum.
Tey bæði hava havt nógvar framførslur norðanfyri. Har hava tey verið avbera vælumtókt og tað hevur verið fult av fólki, har tey hava verið.
Men tað er meiri sjáldsamt at suðuroyingum stendur í boði at uppliva tey bæði, men hetta verður so eitt av teimum sjáldsomu møguleikunum