Allan leygardagin vitja tey bæði, Angela og Hannibal, í SMS Umframt at vera á palli á Torginum fara tey bæði veruliga at hugna sær allan dagin.
Hjá teimum, sum vilja mýkja vøddarnar, er bara at fara til morgunfimleik klokkan 11, og gjøgnum dagin verður møguleiki hjá børnunum at práta við tey, fáa autografar, lurta eftir søgum ella fáa ballóndjór.
Sjónleikur er sjálvandi eisini á skránni, og verður hesin á Torginum klokkan 15.