Angela Merkel, kanslari, er eftir øllum at døma nógv avhildin í heimlandinum. Sambært einari meiningakanning, sum bleiv kunngjørd í dag, eru 58 prosent av týskarunum nøgdir við tær avgerðirnar, sum kanslarin hevur tikið í sambandi við búskaparkreppuna í evrulondunum og í sambandi við týska búskapin.
Í kanningini, sum Infratest Dimap hevur gjørt fyri sjónvarpið ARD, siga 66 prosent av teimum spurdu, at sum heild eru tey nøgd við avrik kanslarans, og so stóra undirtøku hevur hon ikki havt síðani í desember í 2009.
Tað hevur vakt ans millum eygleiðarar, at 85 prosent av teimum spurdu stúra fyri avleiðingunum av trupulleikunum hjá evruni, og at tey vænta verri tíðir.










